Her eru 10 ráð frá Sølva J. Joensen, BA í føðslu og Heilsu
1. Skapa tær eitt yvirlit – Hvat brúka vit sum familja pengarnar til, hvussu nógv keypa vit í veruleikanum inn fyri hvønn mánað. Fá tær eina bók har tú skrivar alt niður og goymir kvittanir yvir ein heilan mánað, tú kanst gerast bilsin yvir hvussu nógv matposturin fyllur í fíggjarætlanini.
2. Broyt mynstur – Fyllur matposturin alt ov nógv í fíggjarætlanini, so er umráðndi at umleggja kost- og innkeypsmynstur í familjuni. Møguliga skal ein upphædd setast til síðis hvørja viku til mat, keypast bíligari inn, ella skal innkeypið minka.
3. Legg vikuna væl tilrættis - Ger eina matætlan soleiðis at nýggjar rættir ikki skulu gerast dagliga. Skriva í eitt skema hvat familjan skal eta ígjøgnum vikuna, og eisini nær restir skula etast
4. Fá øll í húsarhaldinum við - Fá børnini við og finn teir rættir familjan dámar best. Finn eisini útav hvussu dagarnir síggja út, hvussu nógvir matpakkar skula gerast, hvussu nógv mjólk tørvur er á, hvat skal keypast inn til morgunmat og hvør er heima til nátturða.
5. Innkeypslista - Ger ein innkeypslista og keyp inn eina til tvær ferðir um vikuna. Vit kenna øll til at fara til handils uttan ein lista, har tey flestu enda við at keypa óneyðug brákeyp. Minni tú keypur inn minni brákeyp koma í innkeypsvognin.
6. Tilboðsbløð – Hygg at teimum og vita um tað passar inn í ætlanina eftir vikuni.
7. Fullkorn- og lyklarholsmerki – Virkar tað ov møtimikið at hugsa um hvat er heilsugott at keypa hvørjaferð tú fer til handils, hygg so eftir fullkornsmerkinum og lyklarholsmerkinum, tá tú keypur inn. Hesi merkir gera tað nemmari fyri brúkaran at velja eina heilsugóða vøru, fullkornsmerkið krevur at vøran inniheldur nóg mikið av fullkorni og lyklarholsmerki krevur at vøran ikki inniheldur og nógv salt, feitt, sukur og inniheldur kosttrevjur og fullkorn.
8. Minst til frystiboksina – Nógv føroysk húsarhald eiga eina frystiboks, sum í nógvum førum er full av fiski og kjøti. Et úr frystiboksini og minst til at frysta restir.
9. Brúka tað tú eigur - Hav ein dag ”tøm køliskápið” dag um vikuna, soleiðis at tað mesta av innkeypinum verður etið og ikki fer í rusk. Hetta kann millum annað gerast til eina eggjakøku, sum kann gerast av restum.
10. Vanar taka tíð – Minst til, at um ein heil familja skal skifta vanar, so tekur tað tíð, men tað er ikki ógjørligt.