Skyldu at tosa við Smyril Line

Kommunustýrið í Fjarðarbyggð á Eysturlandinum heldur ikki, at tað er skeivt av kommununi at tosa við Smyril Line um at lata Norrønu sigla á Eskifjørð.

Á Seydisfirði eru tey sera misnøgd við samskiftið millum grannakommununa og tað føroyska reiðaríið. Men kommunustýrið í Fjarðarbyggð sigur, at kommunan hevur skyldu til at tosa við Smyril Line, tá hon fær ein fyrispurning frá reiðarínum. Teirra áskoðan er, at ein kommuna kann ikki sýta fyri at tosa við eina fyritøku, bara tí at verandi virksemi hjá fyritøkuni er í einari aðrari kommunu nú.

 

Smyril Line spurdi í november Fjarðarbyggð, um áhugi er fyri samstarvi um siglingina hjá Norrønu, og í næstsíðstu viku samtykti havnarnevndin hjá kommununi at taka upp samráðingar við føroyska felagið.

Tað fer at stytta siglingina hjá Norrønu umleið ein tíma, um skipið fer at sigla á Eskifjørð ístaðin fyri Seydisfjørð.