Tá spakin í gjár varð settur í fyri bygging av nýggjum barnaskúla í Fuglafirði, hildu vinkonurnar, Annie Toftegaard og Karin Rygshamar, røðu. Tær báðar ganga í 6. flokki við Fuglafjarðar skúla.
- Vit vórðu spurdar, um vit vildu halda eina røðu, og her eru vit.
Í røðuni vístu tær báðar á, at barnaskúlin í Fuglafirði er bygdur í 1936, og síðan tá hava umleið 2500 børn gingið í skúlanum.
- Vit ganga nú í einum gomlum og niðurslitnum skúla. Men, tíbetur er avgjørt at byggja ein nýggjan barnaskúla.
Tær báðar søgdu seg hava sæð tekningarnar til nýggja skúlan og halda, at verkætlanin sær rættiliga spennandi út.
- Vit vóna, at tann nýggi skúlin verður barnavinarligur, litríkur - og at øll fara at trívast væl og fáa góð minnir í skúlanum. Okkum dámar væl at ganga í skúla, og vit fegnast um, at skúlaverkætlanin nú verður veruleiki.
Tær báðar ganga til ymiskt eftir skúlatíð, og flestu aktivitetirnir eru á skúlanum, eitt nú kvøldskúli, svimjing, flogbóltur, fimleikur og musikkskúli. So, tær brúka nógva tíð í skúlanum.
Annie Toftegaard og Karin Rygshamar søgdu seg vóna, at nýggi skúlin verður liðugur í 2020.
- Vit ynskja, at tit skunda tykkum at byggja skúlan, tí nú hava vit bíðað so leingi. Góðan arbeiðshug - tit, sum fara at byggja, løgdu tær báðar aftrat.