Landsstýriskvinnan í almannamálum fekk á landsstýrisfundi í dag undirtøku fyri at hækka stuðulin til bygging av ellis- og røktarheimum munandi
- Tørvurin á røktarheimum kring landið er sera stórur. Tí er neyðugt at seta fer á byggingina av ellis- og røktarheimum umgangandi. Endamálið við at hækka stuðulin er at eggja kommununum at fara í holt við at útvega fleiri røktarheimspláss, sigur Rósa Samuelsen.
- Eg havi fingið undirtøku frá feløgum mínum í Landsstýrinum um at hækka stuðulin til ellis- og røktarheim úr 500 túsund í 800 túsund fyri hvørt búpláss. Eisini verður stuðulin til sambýlir hækkaður, leggur landsstýriskvinnan aftrat.
Tað eru kommunurnar kring landið, ið standa fyri byggingini av ellis- og røktarheimum. Landið letur stuðul til byggingina. Í løtuni eru tríggjar ítøkiligar verkætlanir ávegis, sum tilsamans fara at útvega 72 búpláss.