Skulu vit lána ella gjalda?

Við lántøku verða allir búskapirnir í Europa og i USA í hesum døgum dýktir undir í pengum. Tað almenna í Vesturheiminum tykist ikki kunna skylda nóg mikið um bara tað afturfyri megnar at halda samfelagshjólini mælandi. Men hesin logikkur er ikki galdandi fyri løgmann. Hann (og ikki landsstýrismaðurin í fíggjarmálum!) sigur í tíðindaskrivið í gjárkvøldi á portalinum, at arbeitt verður við at fáa landskassahallið burtur eftir fáum árum.

 

Hetta má sigast at verða ambitiøs tala og rættiliga bjartskygt í hesum døgum tá ið serfrøðingar annars spáa føroyska landskassahallið fyri í ár og tvey tey komandi árini at fara at liggja um einar 1,6 milliardir tilsamans.

 

Viðari sigur løgmaður í tíðindaskrivinum, at: ”…Landsstýrið hevur avtalað, at tað ikki meldar út, fyrr enn øll uppskot, sum hoyra til bygnaðar- og vakstrarpakkan eru viðgjørd, og at ein ávís trygd er fyri, at undirtøka er fyri ætlanunum…” Jamen landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur longu meldað út, hvørji uppskot eru møgulig. Tað segði hann frá Løgtingsins røðarapalli mikudagin. Hann nevndi møguleikan at avtaka rentustuðulin til sethúsalán, at avtaka sjómannafrádráttin, at avtaka minstulønina, at leggja gjøld á DISarar og at innføra tilfeingisgjald. Hetta kundi bara skiljast sum, at hetta hoyrir til bygnaðar- og vakstrarpakkan hjá landsstýrinum. Hvør trygd er fyri, at undirtøka er fyri hesum ætlanum fingu vit tó sjón fyri søgn beinanvegin, tá ið samgongutinglimir við tað sama reageraðu negativt uppá úttalilsini hjá fíggjarmálaráðharranum. Ongin reageraði positivt! Hvat løgmaður so fær kyrra tey til, vilja komandi dagarnir vísa!

 

Nú sigur løgmaður í tíðindaskrivinum, at hallið skal burtur! Hetta var ikki tað sum fíggjarmálaráðharrin segði, so kanska skulu vit lesa okkurt millum reglurnar í tíðindaskrivnum frá løgmanni, um ætlanirnar hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum. Men fær løgmaður rætt, og hallið verður burtur eftir fáum árum, og hetta gongur útyvir arbeiðsloysið og fólkafráflytingina er lítið vunnið. Tí trúgvi eg, at betra ambitónin er at avmarkað hallið til at verða so lágt sum møguligt, og afturfyri varðveita fólkið úti á arbeiðsmarknaðinum og harvið forða fyri øktari fólkafráflyting. Samstundis sum vit fáa rætta uppá bygnaðartrupulleikar í føroyska búskapinum.

 

Táið tú skjýtur niður, mást tú eisini skjóta upp!

Tað átti at verið eitt minsta krav at sett einum politikara, at hann kom við einum alternativi, hvørja ferð hann skjeyt hugskot hjá einum øðrum politikara niður. Hetta kom mær til hugs nú landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kom við omanfyri nevndu boðum uppá, hvat kann gerast til tess at basa ávegis fíggjarkreppuni. Ikki óvæntað fóru bæði Gerhard Lognberg og Annfinn Kallsberg uppá bakbeinini, tá ið teir hoyrdu, hvat JE ætlaði: avtaka rentustuðulin til sethús, avtaka sjómannafrádráttin, avtaka minstulønina og leggja gjøld á DISarar og innføra tilfeingisgjald o.a.m. Hesum vildu hvørki Gerhard ella Annfinn vita av. Gerhard látst at koma við einum alternativi. Men trupulleikin við “alternativinum” var, at tað var rættiliga populistiskt og snúði seg um einar tvær mió kr í minni útreiðslum, og kunnu hesar neyvan brúkast sum alternativ til tær fleiri hundrað milliónir krónurnar, sum Jóannes Ejdesgaard mælti til í minni útreiðslum og meirinntøkum. Men Gerhard var stuttligur, og so vóru úttalilsini vældekkað av loftmiðlunum. So endamálið hjá Gerhard varð ivaleyst rokkið.

 

Alternativið hjá Annfinn Kallsberg um at avtaka allan lønarvøkstur komandi ár, er nakað heilt annað, og rættilga provokerandi. Men mest av øllum boðar henda samrøðan við AK í bløðunum frá, at samgongan skjýtur í allar ættir, og at har er onki samgongustev yvirhøvur.. Samstundis sum AK mælti til null lønarvøkstur komandi ár, vísti hann øllum hugskotum frá Jóannes Ejdesgaard frá sær í samrøðuni. Og tað, sum Annfinn sigur, sigur allur Fólkaflokkurin! Og teir eru ein triðingur av samgonguni. Tað sigur okkum so mikið sum, at her er ongin samgonga. Tey eru saman, gott nokk, men ikki um nakað! Tí er heldur onki, sum kann slíta tey sundur!

 

 

Fíggjarmálaráðharrin stendur einsamallur

Onkur hevur sagt, at ein politikkari eigur at vita, hvat skal gerast, áðrenn tað er eyðsýnt fyri ein og hvønn, at okkurt skal gerast. Hetta er eisini galdandi fyri ávegis fíggjar- og búskaparkreppuna: okkurt má gerast nú, áðrenn øll síggja og góðtaka tað sum gjørt verður. Tá kann tað verða ov seint! Tí noyðast samgongutingfólk at bakka Jóannes Ejdesgaard betur upp, enn tey gera. At síggja til, fær hann ikki nógvan stuðul frá samgongufeløgum, hvørki úr egnum flokki ella úr hinum. Vóni ikki at hesi bíðja til tað er eyðsýnt fyri ein og hvønn, hvat skal gerast.

 

Tey samgongutingfólk sum reagera uppá hansara boð, skjóta allir uppskotini niður. Restin sum telur 17 samgongutingfólk, siga onki. Als onki! Tí er Jóannes Ejdesgaard óunniliga einsamallur á politiska pallinum. Teir tríggir sum aftur og aftur reagera eru Magni, Annfinn og Gerhard og sum allir reagera negativt. Ongin av hinum 17 samgongutingfólkunum sigur eitt orð alment, sum stuðlar Jóannesi Ejdesgaard. Og tað haldi eg, er orsøkin til, at vit onki uppskot síggja á tingborði.

 

Samfelagslig javnvág

Tað verður arbeitt so miðvíst við einum bygnaðar og vakstrarpakka, sigur løgmaður í tíðindaskrivinum. Vónandi tekur hesin pakkin atlit at, at hesi trý eru so lág sum møguligt: landskassahallið, arbeiðsloysið og fólkafráflytingin. Nú vita vit ikki, hvussu drúgv ella djúp kreppan verður. Men við hasum atlitum taka vit hædd fyri at komandi valskeið og møguliga børn okkara ikki yvirtaka ein landskassa, sum bindur tey niður í skuld. Heldur ikki skulu tey yvirtaka eitt samfelag, har arbeiðsloysið er so høgt, at tey verða drigin at hinum búskapunum í Europa, sum hava lágt arbeiðsloysi, orsakað av ovurhonds skuldini hesir búskapir lántu seg til við tí eina endamáli at varðveita virksemi og fólkið.

 

Jú, sanniliga er ein javnvág neyðug. Og henni vil eg ynskja fíggjarmálaráðharranum hepna hond við. Nú veit eg ikki heilt, hvussu pakkin fer at síggja út. Men konstruktiva viðgerð skalt hann fáa frá Tjóðveldinum. Nú er neyðugt at standa saman og taka felags ábyrgd!