Skulu selja 50.000 tons á almennum uppboði

Andstøðan í Løgtinginum roynir enn einaferð at fáa eina almenna uppboðssølu av makreli og sild

Næsta ár skulu 35.000 tons av makreli og 15.000 tons av sild seljast á almennum uppboði.

 

Tað er tilmælið hjá andstøðuni í Løgtinginum, nú Løgtingið er í ferð við at leggja fiskiskapin eftir uppsjóvarfiski næsta ár, til rættis.

 

Í hesum sambandi skjóta Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Sjálvstýrisflokkin upp, at tilsamans 50.000 tons av uppsjóvarfiski verða seld í almennum útboði.

 

Eisini fjórði flokkurin í andstøðu, Famsókn hevur tikið undir við, at vit fáa eina almenna uppboðssølu av fiski.

 

Allir andstøðuflokkarnir eru samdir um, at soleiðis sum ríkidømi okkara av uppsjóvarfiski verður umsitið og útlutað, er tað bæði ivasamt og kappingardarvandi.

 

Endamálið við at selja fiskirættindi á uppboði, er at skipa fyri einari frælsari marknaðarskipan, sum tryggjar, at øll hava sama møguleika at virka í føroyskari fiskivinnu.

 

Tað  er eisini hetta sum gevur okkum kunning um veruliga marknaðarprísin á føroyskari sild og føroyskum makreli, sigur andstøðan.