Vit skulu ikki vera í gjaldoyrasamstarvi við Danmark bert fyri at gerast partur av evrusamstarvinum.
Hetta sigur løgmaður eftir at tað er vorðið greitt, at danir ikki verða við í evopeiska gjaldoyrasamstarvinum.
Tí heldur løgmaður eisini, at vit framhaldandi í samráðingunum um ríkisrættarligu støðuna skulu miðja eftir at hava gjaldoyrasamstarv við Danmark.
Einki kjak
Løgmaður hevur áður boðað frá, at hann heldur tað vera fyrimun fyri Føroyar, um Føroyar gerast partur av evrusamstarvinum gjøgnum Danmark.
Tí hevur hann eisini boðað frá, at vit í Føroyum skuldu hava eitt politiskt kjak um evruna, um danir søgdu ja á fólkaatkvøðuni hósdagin.
Men nú tað er greitt, at danir hava sagt nei til evruna, heldur løgmaður tað vera óneyðugt at seta hol á eitt kjak um, hvørt Føroyar skulu vera við í evrusamstarvinum ella ikki.
? Vit hava gjørt av, at vit skulu verða verandi í gjaldoyrasamstarvi við Danmark, og nú tað er greitt, at danir ikki fara upp í evrusamstarvið, hava vit einki at kjakast um, sigur løgmaður.
Høvdu danir sagt ja til evruna, skuldu vit í nýggjar samráðingar við danir um gjaldoyrasamstarv. Og tá heldur løgmaður, at tað hevði verið heilt náttúrlitg við einum politikskum kjaki í Føroyum um evruna.
Fyrimunir við evruni
Løgmaður ásannar, at tað hevði verið bíligari fyri føroysku vinnuna, um vit vóru við í evopeiska gjaldoyrasamstarvinum. Hetta, heldur hann, hevði verið galdandi bæði fyri út- og innflutnigsvinnuna.
Men samstundis vísir løgmaður á, at hóast 85 prosent av okkara útflutningi fer til ES lond, fara bert 30 prosent av útflutninginum til lond, ið hava valt at nýta evruna sum gjaldoyra.
? Tey evropeisku londini, vit útflyta mest til, eru Danmark og Bretland, vísir løgmaður á.
Tískil handla vit í mestan mun í pundum og krónum.
Rætt við samstarvi
Anfinn Kallsberg heldur, at vit sjálvsagt alla tíðina skulu hava eyguni eftir, hvat gjaldoyrasamstarv einar sjálvstøðugar Føroyar kunnu fara uppí. Men samstundis setir hann spurningin, um talan so skuldi verið eitt samstarv um pund ella dollarar.
Løgmaður vísir á, at olja vanliga verður keypt og seld fyri dollarar. Tí vísir hann á, at tað kundi verið ein fyrimunur at havt dollaran sum gjaldoyra, um oljuvinna verður veruleiki í Føroyum.
Men kortini heldur Anfinn Kallsberg tað vera rættast, at vit framhaldandi halda okkum til eitt gjaldoyrasamstarv við Danmark.
? Síðani kunnu vit sum partur av donsku gjaldoyraskipanini finna samstarv, ger løgmaður greitt.
Meira enn bert evra
Løgmaður heldur, at danska fólkaatkvøðan snúi seg um nógv meira enn bert eitt val millum evru ella krónu.
? Fólkaatkvøðan í Danmark snúi seg um størri ella minni sameining við ES. Fólk vilja hava at vita, hvussu nógv vald ES skal hava í Danmark, og tí valdu tey at støðga á fyri at fáa eitt kjak í lag, sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður.
? Snúi valið seg bara um ja ella nei til evruna, ivist eg onga løtu í, at úrslitið hevði verið eitt stórt ja, ger løgmaður greitt.
Anfinn Kallsberg er ikki bangin fyri, at krónan fer at svinga í kursi samanborið við evruna. Grundgeving hansara er, at krónan er so mikið tætt knýtt at evruni, at hon fer at fylgja henni.