Skulu menna ein føroyska veðurtænastu

Góð veðurtænasta er ein týðandi partur av góðari tilbúgving. Í hesum sambandi fer landsstýrið, saman við serkønum í Føroyum, at taka stig til at lýsa, hvussu ein føroysk verðurtænasta verður ment, eins og lýst verður, hvønn tørv staðbundin fólk hava á tænastuni

 

Soleiðis segði løgmaður í ólavsøkurøðu síni í ár. Veðurtænastan var yvirtikin frá dønum í 2008, men enn er tænastan ikki ment í Føroyum. Í stóran mun verður DMI enn nýtt.

 

Høgni Hoydal, landsstýrismaður við ábyrgdini fyri veðurtænastuni, sigur, arbeiðið er sett í gongd.

 

- Nakrir føroyskir veðurfrøðingar og fólk við áhuga fyri veðurtænastuni, settu seg í samband við okkum. Tey høvdu nøkur hugskot um hvussu ein tænasta kann mennast í Føroyum og tað er gleðiligt, at vit nú hava sett hetta aftur á skrá, sigur Høgni Hoydal.

 

Høgni Hoydal sigur, at tað hava nakrir fundir verið, men enn eru pengar ikki settir av til at menna tænastuna. Vætnandi verður tó nakað sett av á fíggjarlógini, ið verður løgd fram seinni í ár.

 

- Í løtuni vita vit tó ikki hvussu nógvum peningi tørvur er á. Vit skulu eisini gera eina raðfesting, tí tann tøknin, ið vit hava nú, hevur tørv á endurnýggjan, so tað mugu vit hyggja uppá eisini, sigur Høgni Hoydal.

 

Landsstýrismaðurin sigur, at tað liggja stórir møguleikar í eini føroyskari veðurtænastu. Umframt at hava eina nærri útgreining av veðrinum í Føroyum, eisini meira staðbundum veðurtíðindum, so verður tørvurin eisini størri av, at tað er alt meira aktivitetur í føroyska sjóøkinum. Harumframt skulu vit yvirtaka loftøkið, ið eisini fer at hava tørv á tænastuni.

 

- Samanumtikið vil eg siga, at tað liggja stórir møguleikar í hesi tænastuni og tað verða eisini fleiri størv skapt, ið ikki eru í dag, sigur Høgni Hoydal.