Næmingarnir skulu miðvíst venja seg at skilja tað, sum teir lesa, og teir skulu upplærast í at brúka bókasavnið Landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, vil hava foreldur og skúla at vera tilvitað um og gera nógv við, at skúlanæmingarnir dagliga og støðugt lesa. Í brævi, sum hann hevur sent øllum fólkaskúlunum, vil hann eisini hava, at foreldur og stovnar eiga at nýta bókasavnið sum ein nátúrligan tátt í menningini hjá barninum soleiðis, at barnið venist við at vitja bókasavnið.
Landsstýrismaðurin skrivar soleiðis til fólkaskúlarnar og skúlastýrini:
Skúli og heim eiga í samstarvi at skipa fyri, at næmingar lesa í minsta lagi 20 min. hvønn dag. Eitt hugskot er at skipa lesibólkar í hvørjum flokki, har næmingarnir bæði lesa sjálvstøðugt og lesa hvør fyri øðrum. Harumframt eigur lesing at vera partur av undirvísingini í øllum lærugreinum, og skúlin eigur í ársætlanini hjá tí einstaka flokkinum at seta tíð av til lesimenning. Skúlabókasavnið eigur at vera ein sjálvsagdur partur av hesum lesiátaki.
Neyðugt er at gera serligar mannagongdir fyri lesivenjing hjá næmingum við serligum tørvi, har serundirvísingartoymið er við í ráðleggingini.
Eitt er at duga at lesa, líka umráðandi er, at næmingarnir venja seg at skilja tað, teir lesa. Neyðugt er tí, at tá ið næmingar hava lesitíma í skúlanum, at teir samstundis fáa tilfar um tað, teir hava lisið, bæði skrivligar spurningar og munnliga frásøgn.
Ein partur av uppalingini er at læra barnið at leita sær vitan. Foreldur og stovnar eiga at nýta bókasavnið sum ein natúrligan tátt í menningini hjá barninum, soleiðis at barnið venist við at vitja bókasavnið.
Tá ið barnið kemur í skúla, eigur tað at hava eina vitan um, at skúlabókasavnið er ein týdningarmikil liður í at tilogna sær førleika og vitan. Gott er, um næmingarnir hava atgongd til skúlabókasøvnini allan skúladagin, og at skúlabókasavnið liggur høgliga fyri í bygninginum, soleiðis at næmingar bæði í undirvísingartíð og í fríløtum kunnu brúka bókasavnið, sigur landsstýrismaðurin í skúlamálum Jógvan á Lakjuni.