Skulu landsins lógir haldast?

Undarligur spurningur, men eg havi brúk fyri at seta hann. Tað tykist sum skipanin er í upploysn innanífrá, nú landsstýrismálanevndin er komin við niðurstøðu í samband við kæruna av handfaringini hjá vinnumálaráðharranum av SSL.

Tað tykist eisini vera ógreitt, hvat kæran snýr seg um, og hvør uppgávan hjá landsstýrismálanevndini er. Tí her ein kunning og nøkur sjónarmið.

 

Hvat ger landsstýrismálanevndin?

Landsstýrismálanevndin er ein nevnd, sum hevur eittans endamál, og tað er at viðgera kærur um landsstýrisfólk. Um ivasemi er, um eitt landsstýrisfólk hevur fyrisitið á lógligan hátt, kann kæra latast landsstýrismálanevndini um hetta. Løgtingsfólk, eins og privatpersónar, kunnu kæra til nevndina. Nevndarviðgerðin byggir á løgfrøðisliga gjøgnumgongd av málinum, har finnast skal fram til, um landsstýrisfólkið hevur hildið seg innan lógarinnar karmar. Til at greina málið hevur nevndin løgfrøðisliga hjálp.

 

Viðgerð av kæru

Tað fyrsta, sum hendir aftaná, at meirluti í nevndini er fyri at taka málið upp, er at tann, sum er kærdur, fær kæruna til hoyringar, og við ásettari freist kann senda nevndini skrivliga hoyring í mun til punktini í kæruni.

Taka vit aktuella málið, har landsstýrismaðurin í vinnumálum er kærdur, er landsstýrismálanevndin biðin at gera niðurstøðu um hesi viðurskifti :

-       Hvørt landsstýrismaðurin hevur fyrisitið á lógligan hátt

-       Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið stýrisskipanarlógina

-       Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið lóg um landsins játtanarskipan

-       Hvørt landsstýrismaðurin hevur hildið seg til lóg um ábyrgd landstýrisins

-       Hvørt landsstýrismaðurin annnars hevur røkt sínar skyldur sambært lógum og reglum

Í skrivligu frágreiðingini, sum landsstýrismaðurin lat nevndini, var víst á, at játtanarlógin og stýrisskipanarlógin ikki vóru hildnar, men mett var, at lóg um ábyrgd landsstýrisins var hildin.

Sum niðurstøða nevndarinnar vísir á, so er landsstýrismálanevndin eisini samd um, at játtanarlóg og stýrisskipanarlóg er brotin. Bæði niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini, kæran og hoyringin hjá landsstýrismanninum eru skjøl, sum almenningurin hevur møguleika at lesa.

Tá ið tað kom til punkti um ábyrgd landsstýrisins, er nevndin farin í ein meirluta, sum ikki metir at brot er framt á hesa lóggávu, og ein minniluta, sum metir at brot er framt.

 

Vilja ikki kennast við sítt egna barn

Tá ið eg hoyrdi bæði nevndarlimir og VMR úttalað seg um, at landsstýrismaðurin ikki hevði brotið stýrisskipanarlógina, men at SSL hevði brotið stýrisskipanarlógina, var eg snøgt sagt púra paff. Stýrisskipanarlógin vendir sær beinleiðis til løgtings- og landsstýrisfólk og ikki til stóvnar, sum SSL í hesum føri. Og kæran í landsstýrismálanevndini var at staðfesta um landsstýrismaðurin hevði brotið stýrisskipanarlógina. Ikki SSL ella nakar annar. Landsstýrismálanevndin kann einans viðgera landsstýrisfólk. Og landsstýrismaðurin hevði enntá í sínum svarskrivið til nevndina, har spurningurin var um hann hevði brotið stýrisskipanarlógina, svarað, at lógin ikki var hildin. Hví ongin nú vil kennast við stítt egna barn, er mær enn ein gáta ?

Landsstýrismálanevndin hevur fyrr viðgjørt líknandi mál. Í 2008-2009 var mál um meirnýtslu, sum táverandi landsstýrismaður í heilsumálum hevði ábyrgd av. Har var niðurstøðan brot á stýrisskipanina.

 

Tvey tíðindaskriv á heimasíðuni hjá VMR ein leygardag

Áðrenn nevndin hevði verið alment frammi við síni niðurstøðu, hevði VMR á síni heimasíðu tíðindi um, at hvørki stýrisskipanin ella lóg um ábyrgd landsstýrisins vóru brotnar og, at landsstýrismaðurin hevði fingið eina nøs, sum hann tók til eftirtektar. Hetta kom síðani út á fleiri portalar. Eg vendi mær til onkran teirra fyri at gera vart við, at VMR ikki endurgav rætt. Tað sum hendi aftaná tað var, at VMR enn einaferð kom út við somu villeiðandi tíðindum. Hvussu kann hetta henda, tá ið tað er skjalfest, at hetta ikki er rætt ??

Annars so hevur landsstýrismaðurin ikki úttalað seg alment um málið, annað enn tíðindaskrivini á heimasíðuni. Tað undrar eisini.

 

Nevndin er ikki á einum málið um brot er framt á lóg um ábyrgd landsstýrisins

Sum niðurstøðan í landsstýrismálanevndini vísir, so er nevndin farin í ein meirluta og ein minniluta um júst henda spurning. Sjálv eri eg í minniluta, og samgonguumboðini í meirluta. Løgfrøðisliga ráðgevingin, nevndin hevði, kom eisini til tað niðurstøðu, at brot var framt á lóg um ábyrgd landsstýrisins, og er hetta grundgivið við m.a fylgjandi. SSL hevur gjøgnum alt árið fráboðað, at játtanin ikki fór at halda. Landsstýrismaðurin hevur tí verið vitandi um, ella rættari sagt skal vita, at so er. Tað er hansara uppgáva og ábyrgd. Uppgávan hjá landsstýrismanninum verður síðan annahvørt at biðja um eykajáttan ella at seta sparingar í verk. Hvørki av hesum bleiv framt, og tí er grundarlag fyri at siga, at lógin er brotin. Víst er eisini á, at  SSL ikki fekk loyvið at seta sparingar í verk við at skerja túratal ella hækka ferðaseðlakostnaðin. Landsstýrismaðurin vísir á, at hann hevur havt trupult við at fáa røttu tølini fyri eini eykajáttan, og at hann hevur roynt. Hóast hetta so gekk alt árið uttan at nakað hendi, sum foraði fyri, at hall fór at verða. Enntá verður upplýst, at man ikki hevur álit á tølum, sum VMR hóast tað góðkennir. Hevur man ikki álit á tølum, so eigur tað einans at skerpa eftirlitið við stóvninum. 

 

Hvat sigur løgmaður

Nú hava vit bíðað í nakrar dagar eftir, hvat løgmaður fór at siga. Í dag kom hann so á banan. Fyrst í Norðlýsinum, har hann legði forkvinnuna í landsstýrismálanevndini undir at hava skapt eina fløkju um hetta týdningarmikla mál, tí eg heldur ikki hesuferð fekk semju. Løgmaður fylgir illa við, má eg siga, men lat tað fara.

Tað tykist, sum løgmaður slær alt upp í glens. Skulu vit koyra fólk til hús fyri at bróta stýrisskipanina, so kunnu vit ikki hava landsstýrisfólk í Føroyum, segði hann. Tí øll brúka ov nógv. Hvussu kann Føroya løgmaður úttalað seg so. Er løgmaður ikki vitandi um, at hetta ikki snýr seg um meirnýtslu, men um, at landsstýrismaðurin, sjálvt um hann tíðliga á árinum var vitandi um, at játtanin ikki fór at halda, ikki setti tiltøk í verk, ikki bað um eykajátta og ikki lat SSL fáa loyvið til at seta tiltøk í verk.

Vil løgmaður við hesum siga, at tað er ok at bróta lógina. At landsstýrisfólk bara kunnu brúka sum teimum lystir av skattaborgarans pengum. At um lógin bara er eitt sindur brotin, so er ok. Hvar henda stigbendingin av lógarbrotum kemur frá, lysti mær at vita. Hevur man ikki antin brotið lógina ella ikki ?  Og er tað í lagi at bróta tvær lógir, bara meirluti er fyri, at tann triðja er hildin ? Kunnu vit tá kalla okkum eitt rættarsamfelag ? Ella stýra vit beint útav eggini enn einaferð, tí fíggjaligt lógloysi verður normurin ?

Vit fáa at síggja, hvussu leikur fer. Men eitt er so víst. Um landsstýrisfólk, tingfólk og løgmaður ikki sjálvi ganga á odda og virða landsins lógir, so er øll tjóðin fyri hóttafalli.  

Spurningurin er tá eisini sjálvsagt, hvørt landsstýrismálanevndini er lív laga.