Ætlanin er at seta verandi bíleggingarskipan í verk á øllum sjóvegis farleiðunum hjá SSL. Í løtuni mangla einans Nólsoyarleiðin og Fugloyar-/Svínoyarleiðin. Tað skrivar Strandferðslan í svari til fíggjarnevndina hjá Løgtinginum í sambandi við fíggjarlógararbeiðið.
– Komandi ár er ætlanin er broyta ferðaseðlasøluna til allar ferjurnar soleiðis, at ferðafólk hava avgreitt og rindað ferðaseðilin, áðrenn farið verður umborð. Í tí sambandi er tað ikki ætlanin at gera verandi staðbundnu fyrimunarskipanir verri, skrivar Strandferðslan.
Á Suðuroyarleiðini hevur verið neyðugt at kanna og skráseta nummarplátur á akførum, ið fara umborð. Kannað verður, um hetta kann gerast meiri sjálvvirkandi, men tað vil helst altíð vera neyðugt við ávísari umsiting frá starvsfólkum. Uppmøtingartíðin fer at verða stytt niður í 15 minuttir frá 25 minuttum.
– Bíleggingarskipanin er komin fyri at vera og er alneyðug fyri í framtíðini at kunna avgreiða ferðafólka- og farmaflutning við sama skipi. Hartil kemur ein sannlíkt framtíðar avbjóðing við ravmagnsbilum, skrivar Strandferðslan.