Suðuroyarsiglingin
? Tað verður ikki lætt at hækka játtanina til Strandferðsluna næst ár.
Tað sigur Jógvan við Keldu aftaná evnisdegin, sum var í Suðuroy seinasta leygardag um samferðsluna til og úr oynni.
Jógvan við Keldu sigur, at fíggjarliga støðan í landinum er ikki tann besta í løtuni og sostatt eru heldur ikki útlit fyri, at játtanin til Strandfersluna fer at hækka.
Tann 5. juli verður Strandferðslan løgd undir Jógvan við Keldu at umsita.
Og á evnisdegnum varð ført fram, at nýggi Smyril verður eitt stórt framstig fyri Suðuroynna, men at hann verður neyvan nøkur kollvelting í sær sjálvum.
? Tað er alt avgerandi, at nýggi Smyril fer at sigla fleiri túrar, sigur Bjarni Mortensen, samferðslufrøðingur í aðrari grein her í blaðnum.
Kann sigla 3-4 afturat meir um vikuna
Jógvan við Keldu sigur, at á evnisdegnum varð upplýst, at nýggi Smyril kann sigla 3-4 túrar afturat um vikuna, uttan at spreingja sáttmálarnar, sum manningin hevur um arbeiðstíð.
Men sum støðan er nú, skulu suðuroyingar ikki seta nøsina upp eftir ov nógvum.
Tað var Kristian Davidsen, stjóri á Strandferðsluni, sum upplýsti á evnisdegnum, at nýggi Smyril siglur so mikið skjótari enn Smyril ger nú, at nýggi Smyril fer at brúka einar 14 tímar færri um at siga sama túratal, sum Smyril ger nú um vikuna.
? Fyri hesar 14 tímarnar, kann nýggi Smyril sigla einar 3-4 túrar fleiri um vikuna, uttan at spreingja karmarnar hjá manningini viðvíkjandi vaktarætlanini.
Men tað kostar sjálvsagt olju og aðrar útreiðslur, so spurningurin er um pláss verður fyri fleiri túrum, uttan at játtanin hækkar.
? Skal nýggi Smyril sigla meiri enn hesar tríggjar, fýra túrarnar afturat, kemur Strandferðslan í manningartrupulleikarnar, tí so verður farið útum sáttmálatreytirnar hjá manningini.
Verður farið upp um tað loftið, fer tað at krevja eyka manning, soleiðis sum sáttmálarnir nú eru.
Men tað er eisini greitt, at skal nýggi Smyril sigla 3-4 túrar afturat um vikuna, mugu teir leggjast so, at tað passar inn í vaktarskipanina og tað kann seta krøv til ferðaætlanina.
Men stjórin á Strandferðsluni segði, at nú stovnurin er farin at leggja rakstrarætlan fyri komandi á, verður fyribils arbeitt útfrá at sama ferðaætlan verður galdandi næsta ár, sum í ár.
? Men spurningurin um túratalið verður endurskoðaður, legði hann afturat,










