Skulu ikki taka eitt oyra uttan at fáa loyvi

Ósemjan um Almannastovuna í Suðuroynni harðnar og Tvøroyrar Býráð stendur við sítt

 

Almannaverkið


?Vit ætla ikki at betala meiri.

Finnleif Guttesen, borgarstjóri á Tvøroyri sigur, at tað er ongin ivi um, at Tvøroyrar Býráð stendur fast við ætlanin at siga avtaluna um Almannstovuna upp.

Kommunan vil ikki treytaleyst betala fyri Almannastovuna á Tvøroyri og tí hevur kommunan sagt avtaluna upp.

Men Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður, sigur hinvegin, at Almanna- og Heilsumálastýrið stendur fast við avtaluna um, at kommunurnar skulu betala raksturin av almannastovunum kring landið, ímeðan landið betalir sjálvar lønirnar.

? Tað var eftir ynski frá kommununum, at Almannastovan skipaði deildir kring landið og tí avtalaðu vit, at tær skuldu betala raksturin og tað halda vit fast um, segði Sámal Petur í Grund í Sosialinum í gjár.

?Hetta er ikki rætt, sigur Borgarstjórin á Tvøroyri. Hann situr við einum brævi, sum Landsstýrið sendi kommununum í 1976 og har stendur, at Almannastovan ætlar at seta ein sosialráðgevara í Suðuroy sum ein liður í at spjaða virksemið stovnins...

Sostatt er tað Landsstýrið, sum, hevur tikið stig til at seta deild avAlmannastovuni á stovn í Suðuroy.

? At avtala síðani er gjørd um, at kommunurnar skuldu betala ein part av rakstrinum, er ein onnur søga.

Annars vísir Finnleif Guttesen á, at í fyrstu syftu var Vágs Kommuna ikki við í avtaluni og tí játtaði Tvøroyrar Býráð at betala 67% av rakstrarútreiðslunum.

? Men í nítiárunum vildi Býráðið hava hesa avtalu broytta, so hon bara betalti eini 40%, sum hon átti eftir lutfallinum ímillum kommununum.

? Tá tað bar til at broyta avtaluna í nítiárunum ber tað sjálvsagt eisini til at broyta hana, ella at siga haba upp, í 2001. Støðan í Føroyum kann heldur ikki vera blivin so einaræðiskent, at tað ikki longur skal bera til at siga eina avtalu upp.

Hann sigur eisini at fortreytirnar fyri avtaluni er nógv broytt, seinastu árini.

?Í fyrstuni var talan um eina skrivimaskinu og eitt lítið høli. Men í 1999, kom gjaldið upp á 80.000 krónur um árið og í fjør meiri enn tvífaldaðist tað upp í heili 175.000 krónur um árið, uttan orð ella boð til kommununa.

Gjaldið hevur Gjaldsstovan drigið av kommunuskattinum, uttan víðari, áðrenn kommunan fær skattin.

Finnleif Guttesen sigur, at hetta góðtekur Býráðið ikki longur og tí er avtalan søgd upp at fara úr gildið 1. oktober, tvs, fyri 10 døgum síðani.

? Vit hava eisini givið Gjaldsstovuni boð um, at onki skal dragast av kommunuskattinum hjá Tvøroyrar Kommunu, fyrrenn kommunan hevur givið tilsøgn um tað.

Nógv fylgja spent við søguni um Tvøroyrar Býráð og Almannastovuna í Suðuroy, tí sleppur Tvøroyrar Kommuna undan at betala, fara aðrar kommunur at krevja somu sømdir, tí tað má vera líka fyri allar.