Skulu ikki spara meiri á vælferðartænastum

Nú skal ikki sparast meiri í okkara vælferðartænastum.

Tað segði Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, formaður Sambandsfloksins, á landsfundinum hjá flokkinum í Fámjin í morgun.

Hann segði, at tað er ein stór búskaparpolitisk avbjóðing at fáa tamarhald á hallinum á fíggjarlógini.

- Hetta skal ikki longur gerast við skerjingum og sparingum á okkara vælferðartænastum, men við víðkaðum inntøkugrundarlag.

Kaj Leo Holm Johannesen segði, at vit skulu framyvir framleiða og bygnaðarbroyta okkum burturúr halli, skuldarvøkstri og arbeiðsloysi.

- Hallið á fíggjarlógini skal eftir ætlan fáast burtur í 2016 samstundis sum vit muga styrkja okkara vælferðarskipan

Landsstýrið heldur sostatt, at inntøkurnar hjá landskassanum skulu í størri mun útvegast við einum vinnudrivnum inntøkuvøkstri og nýggjum inntøkukeldum frá okkara nátturugivna tilfeingi.

Talan skal sostatt ikki verða um ein búskaparvøkstur sum skal útvegast við halli á fíggjarlógini og lántøku.

- Sostatt skal arbeiðast við konjunkturjavnandi búskaparpolitiskum tiltøkum, sum eru stuttsiktað og eisini bygnaðarligum tiltøkum, sum eru meira langtsiktað.

- Eg haldi, at tíðin nú er komin hartil, at vit ikki longur skulu raðfesta sparingar ella skjeringar í almenna geiranum ovast – men heldur í størri mun tálma og rationalisera har tað ber til.

- Vit spara okkum ikki til vøkstur, staðfesti løgmaður.