Forsetin í Sýrialandi, Bashir al-Assad, hevur sett herinum og løgregluni forboð fyri at skjóta eftir fólki, sum taka lut í mótmælistiltøkum aftan á fríggjadagsbønina í dag. Tað sigur sýriski mannarættindastríðsmaðurin Louay Hussein, sum sigur seg hava fingið boðini frá Boutaina Shaaban, sum er persónligur ráðgevi hjá forsetanum.
-Forsetin hevur kunngjørt eina avgerð, sum sigur, at trygdarhermenn og løgreglumenn mugu ikki skjóta eftir mótmælisfólki aftan á fríggjadagsbønina, og at brot á boðini fáa avleiðingar, sigur Hussein.
Sum skilst komu boðini frá forsetanum seint í gjárkvøldið.