Randi Jacobsen
- Hatta er ein vanlukka. Eg havi leingi verið bangin fyri, at hatta fór at henda.
Tað sigur Hans Jørgensen, sum var formaður bæði í gomlu sjónvarpsnevndini og útvarpsnevndini, til lógin varð broytt um at leggja útvarp og sjónvarp saman.
Hann heldur, at løgtingið nú má fara nógv meira virkið inn á útvarps- og sjónvarpsøkið.
- Eg havi altíð verið ímóti, at útvarp og sjónvarp partvís skulu fíggjast við spæli og kunngerðum. Tað hevnir seg jú aftur nú. Vit skulu hava eitt alment og sterkt kringvarp, sum verður fíggjað við almennum pengum, sigur Hans Jørgensen.
- Tað skal vera samhaldsfast og fíggast yvir skattaskipanina, sum Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vilja, sigur hann.









