Nú skal meiri lív fáast í miðbýin í Havn!
Tað heldur Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráð.
Nú valskeiðið hjá nýggja býráðnum er skipað, er tekniska nevnd blivin ein rættilig supernevnd við víðum heimildum, tí umframt øll vanlig teknisk mál, umsitur hon nú eisini býarskipanina, byggisamtyktir, lendismál, ferðslumál og náttúru- og umhvørvismál.
Sostatt verður tað Elin Lindenskov, sum fær ein avgerðandi leiklut í royndunum at fáa meiri lív í miðbýin í Havnini.
- Nú eri eg forkvinna í teknisku nevnd, sum nú stendur tað til mín at fáa nakað at henda, staðfestir Elin Lindenskov.
Ráðstevna um miðbýin
Spurningurin um at fáa meiri lív í miðbýin, er samstundis eitt mál, sum hevur javnan hevur verið tikið fram í nógv ár, men sum onki er gjørt við.
Og Elin Lindenskov staðfestir, at tað er eitt hjartamál hjá henni at fáa meiri lív í miðbýin í Havn.
Og eitt tað fyrsta, hon fer at virka fyri, er, at skipa fyri eini ráðstevnu um miðbýin og um økis- og býarmenning í Tórshavnar Kommunu sum heild.
Sjálv heldur Elin Lindenskov, at talan skal vera um eina almenna ráðstevnu fyri at fáa so nógv hugskot, sum gjørligt um, hvussu býurin skal mennast.
Enn er ikki ásett, nær hendan ráðstevnan verður.
- Hendan fyrsta tíðin hjá nývalda býráðnum er farin við at finna fótafesti og at seta nývaldu býráðslimirnir inn í arbeiðsgongdir og tey ymsu málini.
- Men býarmenning avgjørt ein spurningur, eg ætli at taka upp so skjótt sum gjørligt og í hesum sambandi haldi eg, at ein almenn ráðstevna er ein góð byrjan, sum tað framhaldandi arbeiðið kann byggja á.
- Hetta skal vera ein ráðstevna, sum skal svara spurningunum um, hvat skal verða í býnum, hvussu vit skipa bústaðir, handlar, skrivstovur, arbeiðspláss, havnir, parkeringsøki, tilhaldsstøð og ferðsluna til og frá miðbýnum.??
- Eftir ráðstevnuna mugu vit so seta ein fakligan bólk at arbeiða saman við býráðnum og borgarunum um miðbýarmenningina, sigur Elin Lindenskov.
- Her snýr tað seg um at leggja eina ætlan fyri hjartað í Havnini og eisini hjartað í Føroyum, sigur Elin Lindenskov.
Fleiri fólk í miðbýin at búgva
- Vit mugu fáa nógv fleiri fólk at búgva í miðbýnum í Havn
Tað heldur Elin Lindenskov, forkvinna í teknisku nevnd í Tórshavnar Býráði.
Í hinari greinini her á síðuni sigur hon, at hon miðjar eftir at skipa fyri eini ráðstevnu um, hvussu Havnin skal skipast.
Fyrrenn ráðstevnan hevur verið, og gongd er komið á arbeiðið at nýskipa miðbýin, hevur Elin Lindenskov ikki nakra avgjørda meining um, hvussu miðbýurin skal skipast.
Men hon heldur í øllum førum, at tað er avgjørt neyðugt, at skipa soleiðis fyri, at fleiri fólk fáa høvi at búseta seg í miðbýnum.
Og í hennara hugaheimi er miðbýurin alt frá Landssjúkrahúsinum, niðan í Gundadal og oman á Skansan, og tað sum er innan fyri tað.
- Har nógv fólk búgva tætt, skapar tað alskyns virksemi, tí tá er nógv størri møguleiki fyri, at vit fáa kaffistovur, matstovur, frisørsalongir, handlar, serhandlar, vælverustøð, biografar, sjónleikarhús, list, designfyritøkur, lýsingavirki og onnur tænastu- og aktivitetstilboðum og arbeiðsplássum, sigur hon.
- Tað skapar ikki nógv lív at miðbýurin er fullur av skrivstovum, men at ongir bústaðir eru har, leggur hon afturat.
Hon heldur eisini, at nú lógverkið er broytt, verður tað lættari at byggja fleiri bústaðir ymsastaðni í Havn.
10 ferðir fleiri
Sjálv heldur Elin Lindenskov, at tað er pláss fyri væl meiri fólki í miðbýnum.
Sjálv býr hon á Frúutrøð og í øllum. Tað er mitt í býnum, men har er at kalla steindeytt fyri fólk.
Har er nokk av bilum, men í øllum tí víðføra økinum frá læknamiðstøðini í Jónas Broncks niðan til statskassan, yvir í Lon og oman á politistøðina búgva kanska bara eini 50 fólk í dag.
- Ein arkitektur hevur fortalt mær, at í verður byggingin skipað øðrvísi, kunnu saktans eini 500 fólk búð í økinum.
- Tað verður neyðugt at útvega bústaðir so at fleiri fólk, eisini heil húski, kunnu búgva tættari í miðbýnum í Havn og í tí sambandi eiga vit avgjørt at umhugsa at geva loyvi til at byggja háhús og ikki bar fram eftir jørð.
Annars vísir hon til uppleggið sum Hans Mortensen skipaði fyri og sum hann nevndi ”Havnin innanfyri Stóragarð”.
Í hesum sambandi hevði hann fingið arkitektar at gjørt eina heildarætlan fyri, hvussu havnin kundi verðið skipað framyvir.
- Eg skal ikki siga, at eg eri samd í øllum í teirri heildarætlanini, men tað er í øllum førum eitt gott upplegg at byggja víðari á, sigur forkvinnan í teknisku nevnd.