Skulu dystast um formanssessin

Eftir at freistin at stilla upp til formansvalið í Sambandsflokkinum var úti sunnudagin, er greitt, at tvey valevni verða til formanssessin. Jóhan Dahl, løgtingsmaður, váttar, at hann hevur latið seg stillað upp í kapping við sitandi floksformann, Kaj Leo Johannesen

Formansval

Tað er nú greitt, at formaður Sambandsfloksins, Kaj Leo Johannesen, verður ikki afturvaldur uttan atkvøðugreiðslu á aðalfundi Sambandsfloksins, sum verður í Læraraskúlahøllini í Havn komandi fríggjakvøld.
Fýra limir í Sambandsflokkinum, Poul Martin Rasmussen úr Norðoyggjum, Atli Hansen úr Eysturoy, Hans Sigvard Hansen úr Norðurstreymoy og Jan Haldansen úr Suðuroy, hava stillað Jóhan Dahl, løgtingsmann, upp til formansvalið.
Hetta var greitt eftir, at freistin at stilla upp til valið var úti sunnudagin.
Formaðurin í Sambandsflokkinum er samstundis formaður í landsnevnd floksins.

Jóhan váttar
Jóhan Dahl, løgtingsmaður, váttar, at hann eftir áheitan frá nevndu limum hevur latið seg stillað upp til formansvalið, men hann sigur seg í løtuni ongar viðmerkingar hava til avgerðina.
Kaj Leo Johannesen, løgtingslimur og verandi floksformaður, sigur, at hann í morgun fekk endaliga at vita, at fýra limir í Sambandsflokkinum hava stillað Jóhan Dahl upp til formansvalið, soleiðis at flokkurin nú hevur tvey valevni at velja ímillum á fundinum fríggjakvøldið.
Lesið annars viðmerkingar hjá Kaj Leo niðari á hesi síðuni.

Eingin viðmerking
Atli Hansen, sum er millum stillararnar hjá Jóhan Dahl, sigur seg onga almenna viðmerking hava til málið.
- Nei, eg haldi ikki, at eg fari at gera nakrar viðmerkingar til málið. Nú er stillað upp, og eg haldi, tað tænir sakini best, at friður er um málið, til valið verður fríggjakvøldið.
Hann vísir á, at sjálvandi er eitt slíkt mál áhugavert fyri fjølmiðlarnar.
- Eg havi mínar meiningar um uppstillingina, men eg haldi ikki, at eg fari at úttala meg alment um tað, sigur hann.
Atli vísir á, at sambært viðtøkum floksins kunnu limirnir í Sambandsflokkinum stilla løgtingslimir upp til formansvalið, og tað er tað, sum hesir fýra limirnir hava gjørt.
- Jóhan Dahl hevur játtað at lata seg stillað upp til valið, sigur Atli Hansen.