Skúlin á Fløtum er størsti skúli í landinum

Við 783 næmngum er Skúlin á Fløtum í Havn størsti skúlin í landinum

Ein annar skúli í landinum er næstan líka stórur, tað er skúlin á Skúlatrøð í Klaksvík. Har ganga 733 næmingar. Fyri báðar skúlar er galdandi, at talan er um tveir skúlar, sum eru samanlagdir. Í Havn vóru teir báðir stóru skúlarnir, Tórshavnar Kommunuskúli og Venjingarskúlin lagdir saman í ein skúla, skúlin á Fløtum, sum húsast í nýggjum bygningi úti á Fløtum.

Kommunuskúlin er bygdur um til lestraríbúðir, og Venjingarskúlin skal brúkast til Fróðskaparsetrið.

Í Klaksvík vóru Skúlin við Ósánna og skúlin á Ziskatrøð lagdir saman í ein skúla, skúlin á Skúlatrøð.

Teir 10 skúlarnir í landinum við flestu næmingum eru hesir:

1) Skúlin á Fløtum: 783 næmingar

2) Skúlatrøð: 733 næmingar

3) Eysturskúlin: 545 næmingar

4) Runavíkar skúli: 453 næmingar

5) Skúlin á Argjahamri: 387 næmingar

6) Sankta Frans skúli: 370 næmingar

7) Hoyvíkar skúli: 365 næmingar

8) Skúlin við Løgmannabreyt: 349 næmingar

9) Skúlin á Giljanesi: 300 næmingar

10) Fuglafjarðar skúli: 290 næmingar