Meistaradeildin: Oddsini er næstan jøvn millum AB og B68

Her eru oddsini upp á meistaradeildsdystin AB-B68

Seinnapartin klokkan 16.45 í morgin verður startskotið til kappingarárið í meistaradeildini hjá monnum.

 

Inni í Vika hittast AB og B68. Seinast liðini hittust í bestu fótbóltsdeildini var í 2023. Tá vunnu liðini hvør sín dyst, og triði dysturin endaði við javnleiki.

 

Oddsini hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin millum AB og B68 eru næstan jøvn.

 

Oddsini upp á heimasigur til AB liggja millum 2,33 og 2,50.

 

Oddsini upp á javnleik liggja millum 3,30 og 3,60.

 

Oddsini upp á útisigur til B68 liggja millum 2,45 og 2,60. So tað er næstan einki sum skilir liðini.

 

HER eru oddsini:

 

##med2##