FMA: Ársins tónleikaheiður Stanley Samuelsen

Tónleikaheiðurin verður latin tónleikara, sum í áratíggju hevur ríkað okkum við sínum so vakra sangi, orðum og tónleiki.

Hóast flyitifuglur, so hevur hann vitjað aftur til okkara, og vit hava fegnast at hava havt hann heima, til hann aftur fleyg avstað.  Hóast havið er ímillum okkum, so hoyra vit føroyska hjartasláttur í sangi, brimi og vári. Hann megnar sum fáur at syngja okkara kenslur fram, við streingjum og gittarspæli, so vit ernast og kenna okkum rík og takksom, at okkum er givið at eiga slíkt stórbært, føroyskt tónaskald. Ársins tónleikaheiður verður latin Stanley Samuelsen.