Seinasta árið eru vit í Føroyum ríkaði við góðum útgávum. Vit eiga tónlistafólk, sum megna at skapa ljóðmyndir og tekst, sum eru í samljóði.
Vit sleppa inn í ein heim, har mótsetningar hittast, har allir smálutir dansa í takt og tó hava egið lív. Og nú er løtan komin, har vit skulu velja útgávuna, sum er best frágingin, har verkið í síni heild í framleiðslu, ljóðgóðsku og teksti skara framúr.












