Tað átti at verðið reistur ein minnisvarði á Tvøroyri yvir teir menn og tær kvinnur, sum løgdu grundarlagið undir teirri vælferð, vit øll í Føroyum njóta gott av í dag.
Tað heldur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
Tað var á Tvøroyri, at fyrsta arbeiðarafelag í landinum varð sett á Stovn. Tað var Enigheden, sum tó skjótt fekk navnið Fylking. Felagið varð stovnað flaggdagin í 1915 og í hesum árum síðani eru tað akkurát 100 ár síðani, at føroyska arbeiðararørslan av álvara sá dagsins ljós.
Tað verður eisini ofta sagt, at tað var á Tvøroyri, at vøggan hjá føroysku arbeiðararørsluni stóð, og tær rembingar, sum tóku seg upp har, breiddi seg skjótt til alt landið.
- Tit eru grundarlagið undir teirri vælferð, vit hava í dag, staðfesti Georg F. Hansen.
Hann sigur, at tað vóru sannar hetjur, sum stovnaðu Arbeiðsmannafelagið Fylking, fyri 100 árum síðani, tí ágangurin á teir var so ógvusligur, sum tað er ringt at ímynda sær í dag.
Arbeiðsmenn, sum stuðlaðu Fylking, vórðu settir á svartalista og teir vórðu sostatt ikki bidnir aftur til arbeiðis.
- Dømi eru um, at menn gingu arbeiðsleysir í mánaðir, tí teir stóðu á svartalista hjá arbeiðsgevarunum, segði Georg F. Hansen.
Hann heldur tí, at ein minnisvarði átti at verið reistur yvir hesar menn, og hesar kvinnur á Tvøroyri, sum løgdu lunnarnar undir okkara vælferðarsamfelag.
Væl var Fylking eitt arbeiðsmannafelag, men Georg F. Hansen ivast ikki í, at eisini kvinnurnar hava havt sín avgerandi leiklut í hesum stríðið. Eisini tær hava liðið undir áganginum, men tær hava staðið monnunum við lið, og hava stuðlað, og hava kanska enntá verið drívmegin hjá monnunum, sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag.
Eisini Einar Larsen, sum var við til at leggja 100 ára hátíðarhaldið fyri Fylking, til rættis, heldur, at meiri átti at verðið gjørt á Tvøroyri fyri at fortelja fólki nú á døgum søguna um, at tað var á hesum staði, at føroyska arbeiðararørslan varð stovnað.