Skuldu gjørt sum føroyingar

Íslendska stjórnin átti at selt makrelkvotuna í ár á uppboðssølu, soleiðis sum føroyingar gjørdu við ein part av teirri føroysku kvotuni.

Tað heldur altingsmaðurin Magnús Orri Schram, sum er tingmaður hjá Samfylkingini og 2. næstformaður í vinnunevndini hjá Altinginum.

Hann skrivar í blaðgrein, at høvdu íslendskir útgerðarmenn goldið tað sama, sum makrelurin fór fyri á fiskamarknaðinum í Føroyum, hevði íslendski ríkiskassin fingið góðar 7,5 milliardir íslendskar krónur fyri tey 155.000 tonsini.

Tingmaðurin ásannar, at prísurin hevði kanska verið eini 20 prosent minni, um øll kvotan fór á marknaðin, men so hevði tað kortini givið ríkiskassanum einar seks milliardir krónur, og tær høvdu komið væl við í hesum sparitíðum, heldur hann.

Sambært Magnúsi Orra Schram fekk íslendski ríkiskasin 140 milliónir íslendskar krónur í veiðigjaldi fyri ársins makrelkvotu.