Í Saudiarabia hava myndugleikarnir tikið meiri enn 100 menn, tí myndugleikarnir hava illgruna um, at menninir hava havt ætlanir um at søkja at landsins oljuútbúnaði. Ein talsmaður fyri innanríkisráðið sigur, at yvirgangsmenn hava lagt slíkar ætlanir fyrr, men at myndugleikarnir hava avdúkað tær.
Eitt nú bleiv avdúkað, at yvirgangsmenn skuldu søkja at tí størsta oljureinsiverkinum í landinum.
Av teimum meiri enn 100 monnunum, sum eru tiknir nú, eru 47 saudiarabar, og 51 eru úr Jemen.