Ungi maðurin, sum fyri fýra vikum síðani varð skuldsettur fyri neyðtøkuroynd aftan fyri Sjónleikarahúsið í Havn, varð í gjár skuldsettur fyri enn eina neyðtøku.
Maðurin varð fyri fýra vikum síðani varðhaldsfongslaður í fýra vikur, tí at mett var, at vandin fyri endurtøku av líknandi brotsverki var so stórur og tí at maðurin skuldi mentalkannast.
Í gjár tók varð varðhaldsfongslingin til nýggja viðgerð og avgjørdi rætturin at leingja varðhaldsfongslingina við fýra vikum afturat. Orsøkin er aftur hesa ferð, at vandin fyri endurtøku er so stórur, umframt at mentalkanningin av manninum er byrjað.
Undir viðgerðini í gjár kom ákæruvaldið við nýggjum skuldsetingum móti manninum. Hann er nú skuldsettur fyri eina neyðtøku umframt neyðtøkuroyndina aftan fyri Sjónleikarahúsið.
Maðurin noktar seg sekan í skuldsetingini og sigur, at talan var um vanliga samlegu og ikki neytøku. Restina av viðgerðini fór fram handan afturlatnar dyr.