Skuldsettur fyri harðskap

Ein persónur er skuldsettur fyri harðskap móti einum duravørði í Havn

Tað var um trý tíðina gjáranáttina, at ein løgreglan fekk boð um, at ein persónur hevði gjørt seg inn á ein duravørð í Club X í Tórsgøtu í Havn. Perónsurin hevði sligið duravørðin í andlitið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

– Her er talan um eitt harðskapsmál, sum nú verður viðgjørt soleiðis sum tað eigur at verða viðgjørt. Vit hava tosað við allar partar, sigur vaktleiðarin.

Persónurin er nú skuldsettur, og so fer málið víðari gjøgnum rættarskipanina.

 

ClubX heldur til í Tórsgøtu 11, har SHJ og Rio Bravo vóru í sínari tíð.

 

##med2##