Í Boxen í Herning spældu liðið hjá Óla Mittún, GOG og Sønderjyske ígjár bronsudyst í FINAL FOUR í donsku steypakappingini.
GOG vann dystin 34-29. Í steðginum var GOG frammanfyri við fýra málum, 18-14.
Óli var við sjey málum saman við Hjalte Lykke næstbesti málskjúttin hjá GOG. Óli legði eisini upp til tvey mál (assist), og hann vann liðnum eitt brotskast.
HER ber til frá danska TV2 at síggja ein samandrátt frá dystinum. Eitt gott mál hjá Óla sæst í samandráttinum.











