Í vikuni fer Fríðrikur, kongur, á vitjan í Grønlandi. Hann lendir í Nuuk Lufthavn mikudagin, og tað verða grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen og formaðurin í grønlendska landstinginum, Kim Kielsen, sum taka ímóti.
Sambært Sermitsiaq í morgun, hevur grønlendska landsstýrið sagt eitt sindur um, hvør skráin fyri kongsvitjanina verður.
Eftir ætlan verður kongur allan mikudagin í Nuuk, og hósdagin gongur leiðin til Maniitsoq, men enn er einki sagt um, hvør skráin fyri steðgin í Maniitsoq verður.
Hósdagin fer Fríðrikur eisini til Kangerlussuaq, og síðan er ætlanin, at hann fríggjadagin skal vitja tað, sum rópt verður Arktisk Basisuddannelse, og her endar almenna ferðin hjá kongi í Grønlandi.
Sagt verður um Arktisk Basisuddannelse, at hetta er ein stovnur, sum gevur tær ymiskar møguleikar og eitt fundament at halda fram í eitt nú donsku sjóverjuni, flogvápninum ella í herinum.
Sermitsiaq leggur aftrat, at neyvari verður kunnað seinni um vitjanina hjá Fríðriki, kongi í Grønlandi hesa vikuna.











