Á trygdarráðstevnuni í München hitti grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen, saman við danska forsætisráðharranum, Mette Frederiksen, eitt nú amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio.
Í gjár legði landsstýrisformaðurin út á sín Facebook-vanga nakrar reglur um tað, sum hann hevði ført fram í München, og her gjørdi hann greitt, at tað ikki kann góðtakast, at landamørk hjá øðrum londum verða hótt.
- Byrja vit at góðtaka slíka tankagongd, lata vit dyrnar upp fyri einum heimi, har stórveldini deila ávirkanina millum sín - uttan virðing fyri smærri londum og teirra rætti til sjálvræði.
Jens-Frederik Nielsen legði aftrat, at slíkt er ikki ein heimsskipan, sum smáu londini ynskja sær.
Á sínum Facebook-vanga vísir hann eisini á, at tað er frá sameindum, at trýstið er og sigur, at tað er ikki Kina og Russland, sum hava skapt henda ótryggleika í Grønlandi, men ein av teirra sameindu.
- Fyri okkara viðkomandi hava vit livað í lágspenningi, og vit hava ikki kent okkum hótt av Kina og Russlandi.
Landsstýrisformaðurin sigur, at fyrstu ferð, at nógvir grønlendingar av álvara hava upplivað ótryggleika, var, tá ein sameindur legði trýst á og skapti ótta um framtíðina hjá grønlendska fólkinum.
Tað er www.sermitsiaq.ag, sum endurgevur grønlendska landsstýrisformannin, Jens-Frederik Nielsen, sum á myndini omanfyri tekur í hondina á amerikanska uttanríkisráðharranum, Marco Rubio.











