Skuldsettur fyri at hava myrt síni børn

Svenska løgreglan hevur tikið ein mann og skuldsett hann fyri at hava beint fyri sínum egnu børnum og fyri at hava roynt at beina fyri mammu teirra Tað var stutt fyri klokkan átta í gjárkvøldið, at ein kenningur kom fram á mammuna og tey bæði børnini í húsum teirra í býnum Arboga vestan fyri Stockholm. Tey vóru illa særd av knívsstungum, og sjálvt um tey komu undir læknahond beinanvegin, eydnaðist tað ikki at bjarga teimum báðum børnunum, sum vóru tvey og fýra ára gomul. Tann 23 ára gamla mamman er ikki í lívsvanda.

Tveir tímar seinni tók løgreglan fyrrverandi sambúgvan hjá kvinnuni, sum eisini var pápi at teimum báðum børnunum. Aftan á avhoyring í gjárkvøldið bleiv hann skuldsettur fyri dráp og drápsroynd.

Maðurin noktar seg sekan.