Í gjár vóru fýra ferðsluóhapp meldað til løgregluna og í tveimum førum fingu bilarnir rættiliga stóran skaða.
Ein bilur fór útav í Funningsfirði, tí at bilurin var komin so langt út á jaðaran, at hann slapp ikki upp aftur, men fór útav.
Somuleiðis hendi eitt lítið óhapp inni á einum parkeringsplássi í Eysturoynni, men har varð skaðin lítil og bilførararnir vórðu vístir til tryggingina
Verri var á Sandavágshálsi har eisini fór bilur út av í gjár. Bilurin fekk rættiliga stóran skaða, og bilførarin varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. Løgreglan veit ikki, hví óhappið hendi, men tað royna tey nú at kanna.
Eitt ferðsluóhapp við stórum skaða hendi eisini oman fyri Vestmanna í gjár. Tá ið ein bilur kom koyrandi eftir vegnum, leyp ein ein seyður út á vegin og tá ið bilførarin royndi at sneiða undan honum, misti hann tamarhaldið á bilinum og fór niðan av.
Løgreglan sigur, at bilurin fekk stóran skaða, men bilførarin slapp uttan mein. Løgreglan kannaði eisini um bilførarin var ávirkaður av rúsdrekka, men tað var hann ikki.
Men tað var ein afturímóti, sum var tikin á prutli í Klakvík í nátt og hann er nú skuldsettur fyri at hava koyrt prutl við kenning.