Ein dagin í februar í fjør fara fyrstu flokkur og forskúlin á Skála at svimja.
Á veg í hylin dettur Bárður í svimjihylin uttan armringar og søkkur niður á botn. Hann roynir at svimja uppaftur, men svølgir ov nógv vatn, missir vitið og søkkur til botns.
Bartal, ið gongur í forskúla tá, og er seks ára gamal, svimur framvið Bárði og sær, at hann liggur á botni. Bartal ger skjótt av og rópar eftir hjálp.
Hallgerð Joensen, lærari, ger skjótt av og loypur eftir honum, og Ninni Hansen, stuðul, tekur ímóti Bárði. Don Joensen, lærari og skúlastjóri, og Emil Jacobsen, lærari, veita honum aktiva fyrstuhjálp við hjartamassagu og kunstigum andadrátti, og fáa lív í aftur Bárð. Barbara Norðbú, námsfrøðingur, tók sær av hinum børnunum ímeðan.
Tey seks, Bartal K. Hansen, Don Joensen, Hallgerð Joensen, Barbara Norðbú, Ninni Hansen og Emil Jacobsen, fingu tí heiðursbræv fyri hetta góða avrik innan fyrstuhjálp 2015 frá Reyða krossi. Endamálið hjá Reyða Krossi við at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara er tvýbýtt. Tað eina er at heiðra tey ímillum okkum, sum hava útint holla og lívbjargandi fyrstuhjálp. Hitt endamálið er at varpa ljós á, hvussu umráðandi tað er at duga fyrstuhjálp. Hetta er fjúrtanda ferðin at Ársins Fyrstahjálpari verður kosin av Reyða Krossi.










