Skúlapolitikkurin er ov yvirskipaður

- Tíanverri verður fólkaskúlin alt og ofta rikin sum ein fyritøka, hvørs endamál er at fáa sum frægast burturúr fyri minsta kostnað, heldur nevndarlimur í Lærarafelagnum

Føroyar hava ein ov yvirskipaðan skúlapolitikk, og tí eigur Lærarafelag Føroya at kroysta politisku flokkarnar til at koma við meiri ítøkiligum boðum um politikk og innihald á skúlaøkinum.


Tað heldur Maria V. Hansen, sum er nevndarlimur í Føroyara Lærarafelag.

Á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum hugleiðir hon um skúlapolitikk heima og burturi:

- Faktum er, at vit hava fólkastýri, ein mentamálaráðharra, sum tekur sær av skúlaøkinnum. Hesin hevur vælútbúgvið embætisfólk og ráðgevarar at ráðføra seg við. Harumframt hevur hann eitt fólkaskúlaráð, við m.a. lærarum, at ráðføra seg við. Hetta skuldi borgað fyri góðum skúlaskapi, um viljin var til tað.

- Tíanverri verður fólkaskúlin alt og ofta rikin sum ein fyritøka, ein ídnaður, hvørs endamáls er at fáa sum frægast burturúr, fyri minsta kostnað. Ikki tí, flestu mentamálaráðharrar hava góðar intentiónir og vilja, men verða oftast niðurbundnir fíggjaliga av teirra politisku samstarvsfeløgum, sum halda, at aðrar landsuppgávur hava størri týdning og seta heldur pening til har.


- Tískil er tað týdningarmikið hjá Føroya Lærarafelag at fáa samstarv við allar politiskar flokkar. Allir teir politisku flokkarnir hava ein fólkaskúlapolitikk, sum teir “selja”, tá val er. Fólkaskúlin er eitt gott valagn! Men teir hava ein alt ov yvirskipaðan skúlapolitik, ov “floffy”. Eg meti tað tí hava stóran týdning, at Føroya Lærarafelag setir spurningar, sum fær politisku flokkarnar at vísa ítøkiliga, hvør teirra hugsan er.

Innleggið kann lesast í heilum líki á heimasíðuni hjá Skúlablaðnum.