Skriviskeið fyri lesandi

Um tvær vikur fer MFS at skipa fyri einum skriviskeiði við høvuðsevninum argumentatión.
Tað er Dánjal Hoydal, stud. mag. í retorikki, sum skal standa fyri skriviskeiðnum.
Endamálið við skeiðnum er at menna skrivliga førleikan hjá luttakarunum. Arbeitt verður við m.a. at kenna aftur og greina sundur argumentatión, soleiðis at uppgávuskrivarin verður betur førur fyri at skipa argumentatiónina í eini skrivligari uppgávu.
Skeiðið verður hildið í Føroyahúsinum í Keypmannahavn leygardagin 22. oktober frá kl. 10 til 14. Tekning fer fram á mfs@mfs.fo