Skrivaðu tríggjar bøtur í morgun

Tað gongst framvegis illa at fáa bilførarar at skilja týdningin av at brúka bilbelti.

Fleiri herferðir eru gjørdar til tess at vísa bilførarum - og eisini foreldrum - á, at neyðugt er at øll í bilinum sita væl íbundin í trygdarbelti.

At tað kortini ikki eru øll sum gera eftir hesi áheitanini, hevur løgreglan fingið fulla vissu fyri seinastu dagarnar.

Tey hava staðið uttanfyri skúlar, dagstovnar og aðrastaðni fyri at kanna, hvussu statt er við hesum. Og tað gjørdu tey aftur í morgun, hesaferð við ein dagstovn og skúla í Havn.

Báðir stovnarnir liggja við somu gøtu - Djóna í Geilsgøtu - og her fingu tríggir bilførarar bøtur skrivaðar fyri hetta brotið á ferðslulógina.