Skriðjulop í Kvívík

Nógva regnið hetta seinasta samdøgrið hevur eisini sett síni merki í føroysku náttúruna.
Í Kvívík kundi støðan væl verði hættislig, tá skriðjulop kom í týsnáttina. sum tað sæst á myndini, so er skriðjan lopin rættiliga nær bygdini, og klettarnir, sum eru komnir longst oman, eru ikki langt frá bygdum øki.
Lukkutíð stóðst tó eingin mansskaði av, men talan var um enn eina áminning um veldugu náttúrukreftirnar, sum vit føroyingar dagliga liva við og undir.