Skriða tók hús og bilhús við sær

Eitt skriðulop í Gudbrandsdalinum í Noregi í nátt tók bæði hús og bilhús við sær, men mansskaði var eingin Skriðan, sum leyp um trýtíðina í nátt, var einar 50 metrar breið. Løgreglan sigur við NTB, at tvey skriðan rakti tvey sethús, men at tað eydnaðist fólkinum at sleppa út áðrenn.

Umframt tey bæði sethúsini tók skriðan fleiri bilhús við sær, skrivar NTB.

Løgreglan ber ótta fyri fleiri skriðulopum, og tí eru fólk flutt úr meiri enn 30 húsum, skrivar NTB.