Søgan endurtekur seg. B36 í Klaksvík plagar at vera millum størstu avbjóðingarnar hjá KÍ, og soleiðis var tað eisini í dag.
Tað endaði við, at KÍ vann 2-1, og sigurin ber við sær, at KÍ framvegis er stórfavorittur í FM kappingini.
B36 bjóðaði av, men tað var ikki fyrrenn tríggir minuttir vóru farnir útum vanligu leiktíðina, at B36 minkaði um munin til 2-1. Málskjútti var Djóni Sivertsen, sum fyri fimtu ferð varð skiftur inn á besta liðið hjá B36. Hetta var fyrstu ferð, at Djóni Sivertsen, sum í fyrradagin fylti 17 ár, var málskjútti í bestu deildini.
At tað eydnaðist B36 at minka um munin kundi lagt upp til, at teir í árstalsfelagnum spentu álopsbogan heilt í botn, men tað varð ikki veruleiki, tí nøkur sekund eftir, at klaksvíkingar høvdu givið bóltin uppaftur, bríkslaði Alex Troleis fyri síðstu ferð.
Miðskeiðis í fyrra hálvleiki vann B36 fríspark dygst uttanfyri KÍ brotsteigin, men bólturin varð sendur í verjugarðin, og so var tað lítla løtu seinni, at heimaliðið legði seg á odda. Uppspælið var í høgru, og við fløtum innleggi varð lagt innfyri. Bólturin ferðaðist framvið øllum, inntil B36 spælarin Marius Kryger Lindh við handara stólpa var óheppin og stýrdi bóltin í sítt egna mál.
Í 76. minutti avloysti Deni Pavlovic Hall Hansson, og minuttin eftir var tað serbiski spælarin, sum økti um KÍ leiðsluna. Tað var eftir horna og eitt sindur av aftur og fram, at hann úr 14 metrum sendi bóltin dygst inn við stólpanum.
Deni Pavlovic var fyrstu umførini millum teir fyrstu ellivu, og tá skoraði hann tvey mál. So varð hann skaddur og hevur síðani verið skiftisspælari. Hann verður roknaður millum stóru og drúgvu felagsmenninar í Klaksvík, og tað var stórur fagnaður, tá ið hann skoraði og styrkti um leiðsluna. At enda vísti tað seg at vera avgerandi, at KÍ var frammanfyri við tveimum málum, tí B36 minkaði um munin.
Leygardagin fær KÍ vitjan av FC Suðuroy, og fríggjadagin fær B36 vitjan av 07 Vestur.