Tað letur til, at 6-mannafarið hjá teimum í Hvannasundi og Norðdepli fer at vinna FM heitið.
Í dag vann Sundabáturin fyri triðju ferð og hevur harvið fulla úrtøku í FM kappingini.
Tá ið Sundabáturin fór um málið, var tað meiri enn ein bátslongd aftur til næsta avbjóðaran.
Næsti avbjóðarin var Skúgvur úr Sandavági. Hesir báðir bátarnir lógu fittan part av teininum stavn um stavn. Tað var vøkur sjón í góðum líkindum at síggja teir fara í so stórari kapping út eftir Trongisvágsfirði.
Eftir at Skúgvur noyddist at sleppa, kendist tað eina løtu sum um, at Víkingur hjá Havnar Róðrarfelag hevði hug at bjóða Skúgvi av. Undanfarnu ferðirnar hevur Víkingur ikki verið millum teir fremstu, og fram ímóti málinum vísti Víkingur seg ikki at vera so drúgvur.
Skúgvur vann kappingina um næstfremsta plássið fyri triðu ferð í ár, og Sølmundur av Glyvrum stakk seg framum Víking og endaði á triðja plássi.
1 | Sundabáturin (NHR) | 05:02.27 | +00.00 | 7 | ||
2 | Skúgvur (SÍF) | 05:05.15 | +02.88 | 6 | ||
3 | Sølmundur (NSÍ) | 05:07.14 | +04.87 | 5 | ||
4 | Víkingur (HR) | 05:07.28 | +05.01 | 4 | ||
5 | Gongurólvur (HR) | 05:08.31 | +06.04 | 3 | ||
6 | Strálan (Strálan) | 05:10.08 | +07.81 | 2 | ||
7 | Sjódrekin (Skála) | 05:13.40 | +11.13 | 1 | ||
8 | Jarnbardur (RK) | 05:14.24 | +11.97 | 0 | ||
9 | Hvessingur (HSR) | 05:15.17 | +12.90 | 0 | ||
10 | Norðstovudánjal (SR) | 05:16.25 | +13.98 | 0 |
1 | Sundabáturin (NHR) | 3 | 21 | ||
2 | Skúgvur (SÍF) | 3 | 18 | ||
3 | Sølmundur (NSÍ) | 3 | 13 | ||
4 | Gongurólvur (HR) | 3 | 13 | ||
5 | Víkingur (HR) | 3 | 8 | ||
6 | Strálan (Strálan) | 3 | 5 | ||
7 | Norðstovudánjal (SR) | 3 | 4 | ||
8 | Sjódrekin (Skála) | 3 | 1 | ||
9 | Hvessingur (HSR) | 3 | 1 | ||
10 | Jarnbardur (RK) | 1 | 0 | ||
11 | Fortuna (VÍF) | 2 | 0 |