Sílið svimur í flokki fyri seg

5-mannafør gentur 17-18 ár: Í dag stakk Firvaldur seg ímillum og vann næstfremsta plássið frammanfyri tríggjar bátar hjá Havnar Róðrafelag

Tað er eingin ivi. Sílið hjá Havnar Róðrarfelag er nógv best fyri í FM kappingini. Við sigrinum í dag hevur Sílið 21 stig og fulla úrtøku. Næst á listanum er Drekin, sum hevur 14 stig.

 

Havnar Róðrarfelag hevur fýra bátar við í hesi kappingini, og á sundalagsstevnu vóru óføru manningarnar hjá HR á fýra teimum fremstu plássunum.

 

Í dag svam Sílið í flokki fyri seg. Sílið var tað mesta av trimum bátslongdum frammanfyri næsta avbjóðaran.

 

Hinir tríggir bátarnir hjá Havnar Róðrarfelag vóru við í kappingini um næstfremsta plássið. Men í dag var tað Firvaldur av Tvøroyri, sum í heimasjógvi spleysaði hinar tríggjar bátarnar hjá HR av. Firvaldur var næstfyrstur í sera tættari kapping.

 

Firvaldur, Drekin og Títlingur fóru um málið mest sum í senn, og eitt vet aftanfyri var Skansin.

 

 

 

 

 

1 Sílið (HR)05:34.34+00.007 
2 Firvaldur (FSR)05:40.01+05.676 
3 Drekin (HR)05:41.07+06.735 
4 Títlingur (HR)05:41.27+06.934 
5 Skansin (HR)05:42.20+07.863 
6 Ørnin (SÍF)05:44.27+09.932 
7 Jallurin (RK)05:51.24+16.901 
8 Ternan (NSÍ)05:59.23+24.890 
9 Royndin Fríða (VK)06:00.34+26.000 
10 Ingibjørg (HR)06:02.03+27.690 
11 Ritan (NHR)06:07.12+32.780
1 Sílið (HR)321 
2 Drekin (HR)314 
3 Títlingur (HR)313 
4 Firvaldur (FSR)312 
5 Ørnin (SÍF)311 
6 Skansin (HR)310 
7 Jallurin (RK)33 
8 Heykur (HVR)10 
9 Ternan (NSÍ)20 
10 Royndin Fríða (VK)30 
11 Ritan (NHR)30 
12 Ingibjørg (HR)30

 

https://rsfurslit.fo/