Skrúva fyri vatninum í nátt

Hóast flestu føroyingar nokk fegnast yvir góða veðrið síðstu vikurnar, so hevur tað eisini havt sína negativu avleiðingar.


Tíðindini bórust í síðstu viku, at vatntrot var í Sandavági, og í dag boðar Vága kommuna frá, at nú er so lítið vatn eftir, at neyðugt er at skrúva fyri vatninum um náttina.


- Nú turkur hevur verið í nógvar dagar, er vatntrot í Sandavági. Drekkivatnið í Sandavági kemur úr keldum, sum í løtuni ikki geva nógv vatn, skrivar kommunan á síni heimasíðu.


So í eini roynd at tryggja nokk av vatni, boðar kommunan frá, at skrúvað verður fyri vatninum frá klokkan 23.30 í kvøld til klokkan 5.30 í morgin.