Miðvágs Fornminnisfelag er farið undir at gera eitt stórt granskingararbeiði við at skráseta øll tey vágafólk, sum fóru til Kanada beint undan stóra Wall Street krakkinum í oktobur 1929.
Miðvágs Fornminnisfelag sigur, at nógv føroyingar leitaðu sær til Kanada millum kríggini bæði, serliga frá 1927 til 1929, teirra millum nógv vágafólk.
Higartil hevur Miðvágs Fornminnisfelag skrásett 11 útlagnar miðvingar, trý úr Sandavági og seks úr Sørvági. Umframt nøvnini á teimum, hevur Fornminnisfelagið eisini leitað sær fram til keldutilfar um hesi vágafólkini í Kanada.
Miðvágs Fornminnisfelag arbeiðir eisini við at skráseta allar prestarnar, sum hava verið í Vága prestagjaldi, við myndum, frágreiðingum og onkrum brævaskifti. Harumframt arbeiða fólk eisini við at byggja upp eitt bátasavn. Tey siga, at fleiri gamlir bátar í ymiskum støddum eru í bygdini umframt gamal fiskireiðskapur, grindareiðskapur og amboð til bátasmíð. Miðvágs Fornminnisfelag sigur, at áhugin fyri at varðveita bátarnar er stórur.
Í hesum sambandi hevur Vága kommuna herfyri samtykt at stuðla Miðvágs Fornminnisfelag við 25.000 krónum.