Skrå á konsertferð kring Føroyar

Álenski fólkatónleikarabólkurin Skrå eru í løtuni á konsertferð kring Føroyar. Fyrsta konsert teirra var í gjár og um nakrar tímar fara teir á pallin í Atlantis í Klaksvík.

Skrå verður nevndur ?hin djarvi fólkatónleikarabólkurin úr Álandi?.

Bólkurin hevur spælt saman í yvir enn 4 ár og hann hevur roynt at halda fast í norðurlendsku røtur sínar, samstundis sum at limirnir hava latið seg ávirkað av rákum uttanífrá.

 

Í 2006 vann bólkurin við stórum meiriluta álendsku tónlistakappingina Music.ax, sum NIIPA skipaði fyri. Partar av musix.ax vóru skipaðir eftir nøkulunda sama leisti, sum onkrar av Prix Føroyar kappingunum. Til finaluna í music.ax 2006 luttók eisini føroyski bólkurin Dejavu sum serligur gestabólkur. Ein av høvuðsvinningunum í kappingini var ein konsertferð til Føroyar umframt eina tónleikaupptøku í kenda Lundgaard Studio í Danmark.

 

Nýggja fløgan hjá Skrå kallast ?Bitar? og tað er føroyska plátufelagið TUTL, sum gevur hana út.