Tað er skríggjandi tørvur á fótbóltsdómarum í Føroyum.
Feskastu dømini eru, at Rúni Gaardbo, Eiler Rasmussen og Petur Reinert hava dømt tveir landskappingardystir í Vodafonedeildini í sama leikumfari í september.
Lassin Isaksen, sum er umboð fyri dómararnar, sigur, at tað er ikki nøktandi, at dómarar døma tveir týðandi Vodafonedystir eftir tveimum døgum.
- Dómarar hava, eins og spælararnir, tørv á hvíld. Men vit hava ikki aðrar møguleikar, tí tað eru fáir at velja millum, sigur Lassin Isaksen.
Trupulleikin var í farna mánað, at fýra av teimum átta dómarunum, sum døma í bestu deildini, vóru ikki tøkir vegna uttanlandsferðir og skaðar.
Lassin Isaksen vísir á, at Fótbóltssambandið kann ikki seta sum krav, at dómarar ikki fara av landinum í arbeiðsørindum og øðrum. Tað er eingin sáttmáli, sum leggur fót fyri teimum.
- Dómarar døma, tí teir vilja. Ikki tí, at teir eru tvungnir. Vit hava ongan rætt at forða teimum, vísir hann á.
Trupulleikin í feløgunum
Fótbóltssambandið roynir at knýta so nógv folk at dómarahópinum sum tilber.
Tað eydnast ikki nóg væl.
Men trupulleikin er ikki beinleiðis hjá Fótbóltssambandinum.
Tað er fyrst og fremst uppgávan hjá feløgunum at skapa áhugan fyri døming, sum støðan er. Feløgini tekna dómarar til dómaraskeiðini, sum Fótbóltssambandið skipar fyri.
- Vit taka síðan hond um einstaka dómaran. Men tað eru ov fá, sum ynskja at døma. Tað vísir uppmøtingin til byrjunarskeiðini, sum ikki er nøktandi, sigur Lassin Isaksen.
Ikki nøktandi
Tú sær sjáldan uttanlands, at fótbóltsdómarar døma tveir landskappingardystir í sama leikumfari.
Føroyska fótbóltssambandið hevur ikki aðrar møguleikar.
- Dómarar ynskja, og hava tørv á, fyrireiking til dystirnar. Fótbóltsspælarar kunnu heldur ikki spæla tveir dystir við fullari megi eftir tveimum døgum. Tí ávirkar tað eisini dømingina, at dómararnir ikki fáa neyðugu hvíldina, sigur Lassin Isaksen, sum staðfestir, at Petur Reinert, Rúni Gaardbo og Eiler Rasmussen komu væl frá uppgávunum, hóast strævnu skránna.
Dómaraúrmælingur
er heitið, sum verður nýtt um teir, sum Fótbóltssambandið metir, eru førir fyri at døma í bestu deildini.
Í løtuni eru hesir dómaraúrmælingar:
Petur Reinert
Lars Muller
Rúni Gaardo
Dagfinn Olsen
Páll Augustinussen
Eiler Rasmussen
Ransin N. Djurhuus
Bárður Mortensen