Seinasta veljarakanningin, sum Gallup Føroyar gjørdi í síðstu viku vísir, at um val var í dag, so hevði samgongan mist tveir tinglimir. Fólkaflokkurin, sum fekk 22,5 prosent á løgtingsvalinum 29. oktober í fjør missir 3,5 prosent og hevði fingið 19 prosent.
Hetta hevði merkt, at Fólkaflokkurin misti tvey tingfólk og hevði farið frá átta tingfólkum niður á seks. Um vit ganga út frá atkvøðubýtinum á løgtingsvalinum seinast, so høvdu tað verið Bjarni Djurholm við 328 atkvøðum og Hanus Samró við 304, sum ikki høvdu verið valdir.
Afturgongdin hjá Fólkaflokkinum er næstan 12 ferðir so stór, sum afturgongdin hjá Sambandsflokkinum, sum missir 0,3 prosent. Tað kann tykjast eitt sindur løgið, serliga tá tað ikki hevur hepnast Sambandsflokkinum at fáa stóra sambandsmálið um at hækka blokkstuðulin ígjøgnum, meðan Fólkaflokkurin hevur fingið sítt stóra mál um flatskattin ígjøgnum.
Bæði Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin ganga eisini aftur í kanningini. Sjálvstýrisflokkurin missir eitt prosent og fer frá 4,2 prosentum niður á 3,3 prosent. Nevnast kann, at Sjálvstýrisflokkurin bara er 0,24 prosent frá at missa sína umboðan á tingi, tí sperrumarkið er 3,03 prosent.
Miðflokkurin missir 1,4 prosent og fer frá 6,3 prosentum niður á 4,9 prosent.
Andstøðan vinnur
Vinnararnir í hesi kanningini eru allir tríggir andstøðuflokkarnir. Størstu framgongdina hevur Tjóðveldi, sum fer fram við 2,5 prosentum frá 18,3 á valinum 29. oktober til 20,8 í hesi kanningini. Javnaðarflokkurin hevur næstan eins stóra framgongd við 2,4 prosentum. Hann fer frá 17,8 prosentum á valinum 29. oktober til 20,2 proesent í hesi kanningini.
Framsókn gongur fram við 1,2 prosentum frá 6,2 prosentum á valinum í oktober til 7,4 í hesi kanningini.
Hóast tingmannabýtið broytist, og hóast samgongan við afturgongdini hjá Fólkaflokkinum missir tveir sessir, so hevur samgongan framvegis meiriluta. Hon hevur 17 av teimum 33 løgtingssessunum aftan fyri seg. Eftir valið hevið samgongan 19 tingsessir – tríggjar í meiriluta, men hevur hon nú bara ein sambært hesi kanningini.
Fólkaflokkurin taparin
Tað kann tykjast løgið, at tað er Fólkaflokkurin, sum eigur størstu afturgongdina. Flokkurin missir 3,5 prosent av teimum 6,2, sum samgongan gongur aftur. Tað tykist løgið, serliga tá Fólkaflokkurin hevur verið mettur sum tann flokkur, sum hevur havt størstu ávirkanina á samgongusamstarvið.
Tvey stór mál hava eyðkent byrjanina hjá samgonguni: Málið um at hækka blokkstuðulin úr Danmark við upp til 200 milliónum krónum, og so málið um flatskattin.
Málið um blokkstuðulin er eitt sambandsmál, sum Sambandsflokkurin ikki fekk á mál.
Málið um flatskattin er eitt fólkafloksmál, sum Fólkaflokkurin hevur vunnið væl og virðiliga.
Men veljarin hevur ikki krediterað Fólkaflokkin fyri broyttu skattaskipanina, og veljarin hevur heldur ikki revsað Sambandsflokkin fyri ikki at liva upp til lyftið um at fáa hægri blokkstuðul úr Danmark.
Stríðið á arbeiðsmarknaðinum hevur verið hart fyrstu mánaðirnar í árinum. Ilt er at møta um, hvørt tað er fakfelagsfólkini, sum hava revsað Fólkaflokkin – og ikki Sambandsflokkin.
Um innanhýsisstríðið í Fólkaflokkinum um formansstríðið enn merkir flokkin, er ilt at siga. Men nógv fólkafloksfólk vístu sína týðuligu misnøgd við tað, at Annika Olsen ikki slapp at stilla upp ímóti Jørgeni Niclasen á landsfundi floksins í november.
Málið um at hækka blokkstuðulin aftur hevur kanska havt størri ávirkan á Fólkaflokkin, enn eygleiðarar og floksleiðsla hava givið sær far um. Meðan tað í fyrstuni varð gitt, at flokkurin gjørdi hetta hálvhjartað – vitandi um, at tað ikki fór at bera til, so hevur flokkurin nú alment staðfest, at so er. Í sjónvarpinum í gjárlkvølið segði Rodmund Nielsen, umboð Fólkafloksins í fíggjarnevndini, at Fólkaflokkurin als ikki gongur við til, at løgmaður – sum hann sjálvur hevur sagt – skal fara til Danmarkar aftur í heyst at fáa 130 til 150 milliónir meira í ríkisstuðuli.
Men ágangurin á samgonguna hevur verið harður, sum sjálvdan áður – um ikki ongantíð – hevur ein so nýggj samgonga fingið so harða viðferð so skjótt. Men ávirkanin hevur so ikki fylgt við.
At andstøðan í slíkum tíðum gongur fram er ikki annað enn nátúrligt. Tjóðveldi fekk ein ordans frammaná á valinum í oktober, og tí er tað kanska ein nátúrlig framgongd, at flokkurin fær eitt tingfólk aftur.
Sama kann sigast um Javnaðarflokkin, sum tó ikki hevði so stóra afturgongd á valinum – hann vinnur seg sambært kanningini fram um tað støði, sum flokkurin var á fyri valið 29. oktober. Bæði Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi vinna hvør sín tingsess afturat í kanningini – og nýta vit aftur valtølini frá seinasta løgtingsvalið, so hevði Annita á Fríðriksmørk verið vald fyri Tjóðveldi og Helena Dam á Neystabø fyri Javnaðarflokkin.
Gallup Føroyar gjørdi veljarakanningina 21. februar 2011, og 500 fólk vórðu spurd.