Tað er nú greitt, at aftur í vetur fer tað at bera til at standa á jarnskoytum í miðbýnum í Havn.
Skoytivøllur verður aftur lagdur í miðbýin sum hann nú hevur verið í rættiliga nógv ár og í ár verður vøllurin opin frá 9. november til 15. januar.
Hesi seinastu nógvu árini hevur skoytivøllurin verið í Gamla Kommunuskúlagarðinum á Vaglinum, men soleiðis verður ikki í ár.
Býráðið hevur stórar ætlanir við at umskipa Vágsbotn og at gera tað til eitt býartorg og í hesum sambandi er avgerð tikin um at flyta Skoytivøllin oman í Vágsbotn, har hann so verður lagdur rundan um standmyndina av Nólsoyar Pálli.
Men akkurát, hvussu hann verður lagdur, er ikki greitt enn, sigur Barbara Mikkelsen, virkandi býararkitektur,
Hon sigur, at í ætlanini at umskipa Vágsbotn, hevur ynski verður frammi um at fáa pláss fyri einum skoytivølli og hetta verður ein møguleiki at gera nakrar royndir fyri at vita, hvussu hann best kann verða lagdur.
Á tekningini er tak lagt út yvir hann, men tað er ikki vist, at tað verður tak yvir skoytivøllinum í vetur.
Tað er eisini ætlanin, at tónleikur skal vera at hoyra á skoytibreytini umframt at kaffi, kakao, og annað, verður at fáa til keyps í sølubúðum rundan um har.