Skovbakken er framvegis undir niðurflytingarstrikuni

Niklas Højgaard Hanusarson og liðfelagarnir í Skovbakken taptu sætta dystin á rað

Gongdin hjá Niklasi Højgaard Hanusarsyni og liðfeløgunum í Skovbakken í næstbestu donsku hondbóltsdeildini er tung.

 

Í kvøld tapti Skovbakken 32-35 fyri Odder á útivølli. Í steðginum var Odder á odda 16-14.

 

Talan var um sætta tapið á rað hjá Skovbakken, ið liggur á einum niðurflytingarplássi í deildini. Skovbakken er triðaftast við 10 stigum. Tó er bert eitt stig upp til Odense á fjórðaftasta plássinum. Trý tey niðastu liðini flyta niður aftaná lokna kapping. 

 

Niklas skoraði trý mál fyri Skovbakken.

 

Leygardagin 25. februar tekur Skovbakken móti Rækker Mølle á heimavølli.