Umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, fær aftur í ár stuðul frá sjónleikarum í royndunum at forða fyri grindadrápi.
Sea Shepherd kunnugerð í morgun, at skotski sjónleikarin, Ross McCall er aftur komin til Føroya í ár at stuðla Sea Shepherd í átakinum, Sleppið Grindini, sum er byrjað, og sum heldur á til í oktober.
Sjónleikarin, sum hevur spælt við í sendirøðunum, 24: Live Another Day, Whita Collar og Band of Brothers, umframt nøkrum filmum, og hann var eisini í Føroyum í fjør í sambandi við Sea Sheperd átakið tá.
Ross McCall kom til Føroya í gjár, og her tóku limir í Sea Shepherd ímóti.
Hann er eldhugaður fótbóltsfjeppari, og heldur við Celtic og tann eldhugan fer hann at brúka í royndunum at fáa samband við børn og ung í Føroyum, og føroyingar sum heild, eitt nú við at skipa fyri ymsum tiltøkum.
Hann sigur í tíðindaskrivi frá Sea Shepherd, at tað hevur týdning fyri hann at koma aftur til Føroya at varpa ljós á avoldaðu grindamentanina, og hann vónar at fáa gott samband við føroyingar og at fáa okkum at skilja, at gomul mentan kann broytast.










