Nógv fólk var komið saman við tunnilsmunnan á Rókini, tá ið síðsta skot varð latið av. Umleið fimm metrar vóru eftir at spreingja.
Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu og Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu, trýstu á knøttin.
##med2##
##med3##
Løtu seinni var ein hvøllur brestur, og nakað av royki kom út úr tunnilsmunnanum.
Eftir at skotið varð, sluppu øll fólkini yvir til sjálvan tunnilsmunnan, og so at síggja holið. Eftir eina løtu sóust arbeiðsfólkini hjá NCC koma hinumegin frá og ganga uppum grótrúgvuna, og tað var klappa fyri teimum.
##med4##
##med5##
Eftir at tað var skotið, varð farið í Løkshøll, har Teitur Samuelsen, stjóri í Eystur- og Sandoyartunlinum bjóðaði vælkomin. Síðani helt Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, røðu. Eftir tað hildu teir tríggir borgarstjórarnir við Skálafjørðin røðu hvør eftir annan.
Í Løkshøll varð eisini bjóðað køka og kaffi.
##med6##
##med7##
Tilsamans verður Eysturoyartunnilin 11.250 metrar.
##med8##

Skotið ígjøgnum á Rókini


















